Halda fast í góðu gongdini

Eg havi valt at vera ein teirra, ið fegin vil vera við í góðu gongdini í Vági fýra ár afturat.

Sjálv havi eg verið við seinastu átta árini, har vit hava havt eitt gott og gevandi samstarv við Javnaðarflokkin.

Haldi at vit, seinastu átta árini við Dennis Holm á odda, veruliga hava sett Vág á heimskortið. Serliga er tað ítróttarskúlin, sum er ein sólskinsøga av teimum heilt stóru.

JA TIL GÓÐU GONGDINA
Tey fyrstu fýra árini var eg í tekniskunevnd. Her var eitt av mínum hjartamálum, at fáa vegin í Geilini asfalteraðan. At vit øll fingu reinsað vatn, var somuleiðis eitt av mínum hjartamálum. Spillvatnsætlanin gongur eisini væl og nú eru einans bert heilt fá eftir at fáa hesi viðurskiftir í rætt lag.

At vit fingu Miðlatún, har Vágs Býarbókasavn og Visit Suðuroy húsast, í serliga snotuligum umstøðum, har nýggjur leiðari byrjar í starvi 1. nov, kann einans blíva spennandi.

Vit hava eisini í hesum tíðarskeiðið umvælt Heilsumiðstøðina, har framúr góðar umstøður eru hjá teimum, ið har virkað dagliga.

Harumframt havi eg verið forkvinna í Vinnu og Havnanevndini seinastu fýra árini. Her hava vit gjørt tað møguligt hjá Bakkafrost at virka, hava broytt býar og byggisamtyktina, so Bakkafrost fer at byggja smoltstøð í Ónavík. Eisini hava vit dýpt fjørðin. Vit hava og eru altíð til reiðar um vinnufyritøkur senda okkum fyrispurning.

Havi eisini verið limur í Ungdómsnevndini seinastu fýra árini, har vit hava keypt ungdomshús. Her verða vindeygu skift og aðrar umvælingar gjørdar.
Vit vilja gera alt fyri at bæði børn og ung stórtrívast í Vági.

Eisini var eg ein teirra, ið var fyri at byggja Marghøllina, ið eisini er enn ein sólskinssøga; fótbóltskúli fyri øll børn í Føroyum og eina væleydnaða hondbóltskapping í summar. Umframt dagliga at rúma børn, ung og eldri, ið har venja.

Her kann útbyggjast við nógvum møguleikum, hugsi her serliga um heilsubót, endurvenjing. Her vil eg arbeiða fyri, at vit kunnu fáa eitt stað, har allir føroyingar, ið tørva endurvenjing/vælverudepil, kunnu koma suður til Vágs til ta hjálp, ið teimum tørva. Eingin ivi skal vera um, at vit hava karmarnar til júst hetta bæði hallir, vallir, Pálshøll og fyri ikki at nevna gistingarstøðini.

Í næstum fari eg at greiða nærri frá mínum hjartamálum hetta valskeiðið.

So sig JA til góðu framgongdina og X við Onnu Brattaberg og lista E ?

Facebook viðmerkingar