Í dag, 15. okt. 2020, eru tað 15 ár síðani at Smyril fyri fyrstu ferð legði at á Krambatanga.
Smyril varð bygdur í San Fernando í Spania og var tað Knud E. Hansen í Danmark, sum teknaði og projekteraði Smyril.
Smyril fór í sigling um Suðuroyarfjørð 1. nov. 2005 og hevur síðani røkt Suðuroyarleiðina, “landsvegin” hjá suðuroyingum og øllum teimum, sum ferðast til Suðuroyar.
Tá Smyril varð projekteraður var drúgt orðaskifti, um tað nú var neyðugt við so stórum skipi. Til alla lukku varð onki broytt í støddini, tí tað er púra vanligt, at bildekkið á Smyrli er fult og tað kemur eisini fyri fleiri ferðir um árið, at Smyril er á tremur við ferðafólki.
Facebook viðmerkingar