Skeið í tilvitan innan KT-trygd

Vil tú gerast tilvitaður, um teir vandar, sum eru innan KT-trygd, so er her ein møguleiki í Suðuroy.

Combine-IT fyriskipar 23. oktobur fyri einum skeiði í tilvitan innan KT-trygd (awareness). Hetta verður á Seglloftinum á Tvøroyri. Serligt atlit verður tikið fyri føroyskum viðurskiftum.

Við útgangsstøði í gerandisdegnum og tí kenda, byggja vit brúgv til tað torskildað og truplað, soleiðis at tann einstaki og fyritøkan verða vard sum best.

Hetta siga okkara luttakarar:

“Stóra takk fyri skeiðið – Sera áhugavert og læruríkt má sigast. Ikki hvønn dag at man takkar fyri at blíva skelkaður, men í hesum føri var tað eftir øllum at døma alneyðugt.”

“Ein dagur væl nýttur. Hóast eg til dagliga arbeiði við KT, so er tað gevandi at nýta ein dag til at hugsavna seg um tilvitan innan KT-trygd.”

Málbólkur: Skeiðið er ætlað starvsfólkum, ið nýta teldur sum amboð í teirra gerandisdegi.

Førleikakrøv: Grundleggjandi teldukunnleika.

Kostnaður fyri hvønn luttakar: 1.800,-.

Íroknað er: Morgunmatur, kaffi, døgurði, frálæra og nakað tilfar til nýtslu aftaná. Frálæra er frítikin fyri MVG.

Stað og dagur:
Stað: Seglloftið, Havnalagið 44, Tvøroyri
Dagur: 23. oktober 2020 kl. 08:30-14:30 (fríggjadag)

Meira kunning og samband:
Kunning: https://combine-it.com/skeid-tilvitan/
T-postur: info@combine-it.com
Telefon.: +298 511 187

Facebook viðmerkingar