Fantastiska Páls Høll 5 ár

Myndina tók Rókur í Jákupsstovu

Í august 2010, fyri 10 árum síðani, framdi Pál Joensen eitt ótrúligt bragd, tá hann vann silvur á 1.500 m. frí við EM í Ungarn. Tað var eisinu tá, at enski viðmerkjarin á EuroSport segði: “Build that man a pool and name it after him”.

Í somu viku í august 2010 varð hesin tankin frá viðmerkjaranum á EuroSport loftaður og gongd varð sett á eina stóra verkætlan um at byggja 50 m. svimjihyl í Vági. Kanska eitt sindur ørt, tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk búgva her á leiðini, men eftir at farið varð ígongd, varð ongantíð hugsað um at sleppa ætlanini.

Stutt tíð fráleið og svimjihyls-ætlanin varð víðkað til eisini at fevna um barnahyl, vælverudepil, venjingarmiðstøð og kafeøkið.

Tá komið varð seint út á árið í 2012 varð farið undir at byggja – og hevði ætlanin slett ikki kunnað borið til, uttan ómetaliga vælvild frá fyritøkum og ráðgevum, sum vóru høvuðsaktørar í sjálvari byggiverkætlanini.

Frá fyrsta degi gjørdist hetta ein felags verkætlan hjá bygda- og oyggjafólki. Í so at siga øllum lutum í byggjarínum var sjálvboðin arbeiðsmegi ein týðandi partur av verkætlanini. Alt frá at planerað, leggja rør og gólvhita, bjálva, mála, rudda, vaska, gera sauna og gosbað, og eisini at gera kaffi og kakur til pausurnar hjá øllum teimum sjálvbodnu. Ikki minst lótu fólk, feløg, fyritøkur, kommunan og Landið stóran fíggjarligan stuðul, soleiðis at tað bar til at koma á mál.

Sjálvsagt var tað okkara egni Pál Joensen, sum svam fyrstu longdina á stórum almennum hátíðarhaldi hendan dagin í oktober fyri fimm árum síðani.

Við Páls Høll hava okur fingið bestu umstøður í landinum til svimjivenjing, venjing, vælveru og familjuhugna, men okur hava eisini fingið eitt veldugt aktiv, sum dregur til sín fólk úr øllum landinum. Hetta var eisini sjón fyri søgn í summar og er eisini sjón fyri søgn, nú fólk úr øllum landinum eru komin til Suðuroyar í heystfrítið og nógv teirra leggja leiðina í Páls Høll at njóta løturnar.

Bygdafólkið framdi eitt ótrúligt bragd, tá okur øll í felag (væl stuðlaði av fólki úr allari oynni, úr øllum landinum og vágbingum í útlegd) tóku lógvatøk og bygdu Páls Høll. Verkætlanin Páls Høll vísir okkum eisini, at tað næstan ikki eru mørk fyri, hvat okur kunnu lyfta í felag – og er tað eisini við stóltleika, at okkum øllum verður ynskt hjartaliga tillukku við 5 ára føðingardegnum hjá Páls Høll.

Dennis Holm


Facebook viðmerkingar