Frá Kvøldskúlanum í Sumba

Í komandi viku byrjar Kvøldskúlin í Sumbiar Kommunu, og longu í annaðkvøld vera fyrstu tímarnir í Linedansi og har eru nærum 20 tilmeldingar gjørdar.

Skeið í Málningalist, er úsett til í nov eftir ynski frá Palle Lykke Julsgart, so tann tilmeldingin verður opin restina, ið eftir er av oktober mánaði

Til skeið í Handarbeið er enn bert tríggjar tilmeldingar, har ynskiligt er at í minsta lagið 5 tilmeldingar eru, so um onkur er, sum kennir onkran, ið aftur kennir onkran, sum hevur áhuga fyri Handarbeiði, ja so loys tungubandið, og ber boðini víðari, tí tað er longu í annaðkvøld, at byrja verður.

Til gittar, matgerð, klaver, og trølbøting er syndarliga lítil undirtøka, so støða til, um tey skeiðini vera í vetur, verður tikin seinni í komandi viku, í samráð við undirvísarar.

Men enn kunnu fólk melda til, og eru allir suðuroyingar óansæð bústað vælkomir at melda til.

Sí leinkju niðanfyri.

https://www.sumba.fo/…/…/Skjol/Ymiskt/Kvoldskulafaldarin.pdf

Onnur skeið eru eisini, enn tey, ið staðsett eru í Sumba, men samskipaði við Kvøldskúlan í Vági, og Kvøldskúlan á Tvøroyri, og so er eitt nýtt ókeypis tiltak í Salt á Drelnesi, har telving er á skránni, men meir um tað sæst á heimasíðuni hjá Salt.

Sí leinki: https://www.salt.fo/

Øll, bæði undirvísarar og næmingar við Kvøldskúlan í Sumba, vera boðin í bólk her f.b, nevndur Kvísk, ið er stytting fyri Kvøldskúlin í Sumbiar kommunu og alt samskifti um skeiðini fer fram har.

Kvøldskúlin í Sumba.

Facebook viðmerkingar