Maskinmeistari til Vágsverkið

Vit sóknast eftir maskinmeistara til elverkini hjá SEV í Suðuroy.  

Starvið

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni er øktur nógv seinastu árini, og tískil bleiv Vágsverkið útbygt við einum motori afturat í 2016. Í 2019 bleiv Sólorkulundin í Sumba á 260 KW tikin í nýtslu, og væntandi verður nýggja vindmyllulundin í Porkeri við sjey vindmyllum á tilsamans 6,3 MW tikin í nýtslu seinri í ár.

Vágsverkið hevur ein framleiðslumátt á 13 MW býtt uppá fýra motorar. Nýtt Dagtangahús er bygt, og nýggj koplingsstøð er bygd við tveimum 20 KV transformarum.

Fýra elverk eru í Suðuroy, hesi eru:

  • Elverkið í Vági við fýra dieselmotorum á tilsamans 13 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju.
  • Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum á tilsamans 3 MW.
  • Vindorkulundin í Porkeri, har eru 7 vindmyllur á 0.9 MW, tilsamans 6,3 MW.
  • Sólorkulundin í Sumba í hevur ein mátt á 261 KW.

Uppgávur

Arbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í Suðuroy, og talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Sum vakthavandi maskinmeistari samskipar tú elveitingina millum Vágsverkið, elverkið í Botni, vindmyllulundina í Porkeri og sólorkulundina í Sumba, og harumframt hevur tú um hendi umsjón við netinum og koplingarleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni.

Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaði til hini elverkini eftir tørvi, og flutningur fer vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV. Níggju maskinmeistarar eru í starvi hjá SEV í Suðuroy.

Vit bjóða tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

SEV er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

Vit vænta, at tú:

  • hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla,
  • hevur viðkomandi starvsroyndir,
  • dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis,
  • ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum,
  • hevur koyrikorti til persónbil.

Løn                                                                                               

Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jóanes Norðberg, verkmeistara, tlf.-nr.: 222909 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, tlf.nr.: 218419.

Umsóknarfreistin er mikudagin 4. november 2020.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Okkara starvsfólk starvast undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni, vindi og sól. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Facebook viðmerkingar