Ein heilsan til hetjurnar

Í vár tútaðu samgongulimir okum oyruni full av, hvussu heilt fantastiskir okkara sjúkrarøktarfrøðingar vóru. Hvussu hesi, við teirra lívi sum innsatsi, høvdu bjargað okkum undan koronusóttini.

Tey vóru hetjurnar, sum bjargaðu tjóðini, og hetta bragd skuldi so aldrin verða gloymt so leingi, sum Oyrnafjall stendur! Rósandi útsagnirnar regnaðu yvir sjúkrarøktarfrøðingar.

Men skjótt varð tað gloymt. Hesar hetjur okkara, undirbetaltu trælir okkara, sum halda vælferðina koyrandi, berjast nú fyri at fáa nøkur oyru omaná teirra frammanundan alt ov lítlu løn. Skammiligt.

Je havi fulla virðing fyri, at sjúkrarøktarfrøðingarnir nýta teirra verkfallsrætt, og her skal ikki nakað løgting leggja uppí. Je havi eina mammu, sum var sjúkrasystir heila sítt lív. Je veit, hvussu stórt og krevjandi kall hetta starvið er, og tann kostnað teirra familjur mugu bera fyri, at tey kunnu hjálpa øðrum familjum. Og je veit, at bæði Jørgen Niclasen og Jan Mortensen fara at verða hampuliga væl viðfarnir, um teir enda uppi á B8. Sjúkrarøktarfrøðingarnir, eins og Florence Nightingale, gloyma ikki sítt lyfti um at tæna øllum – eisini teirra mótstøðumonnum.

Bjarni Hammer

Facebook viðmerkingar