Sunnudagin kl 12 skipar Frelsunarherurin fyri familjutíma í sali Frelsunarhersins.
Á skránni verður m.a sangur, andakt,spøl og vit koma at hoyra og síggja filmsbrot um altjóða tiltakið ”Operation Christmas Child”.Møguleiki verður somuleiðis at lata inn skógvaerskjur til tiltakið.
Við innlatan av skógvaerskjum minna vit á gjaldið (flutningsgjaldið) á 40,- kr fyri hvørja erskju.
Upphæddin kann flytast gjøgnum banka ella latast til ábyrgdarpersón á familjutímanum.
Ein drekkamunnur verður eisini at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga Frelsunarherurin í Vági
Facebook viðmerkingar