Nú kommunuval verður 10. novembur, havi eg valt at bjóða meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið í Vágs Kommunu.
Eg eiti Ingi Poulsen, eri 26 ára gamal og eri vágbingur. Eg eri uppvaksin í Vági, her eg havi havt ein tryggan og góðan uppvøkstur. Eg havi gjøgnum mín barn- og ungdóm fingið nógv áhugamál og verið virkin innan tónleik, fótbólt og kappróður, og er hettar eisini nakað, eg brenni fyri. Eg kenni til umstøðurnar hjá teimum ungu bæði innan ítrótt og tónleik, og hóast tær er blivnar betri við tíðini, so er enn okkurt, sum vantar, eins og tá eg var yngri. Hettar eru mál, eg ætli at arbeiða fyri, um eg verði valdur.
Eg komi úr einari familju, har míni foreldur hava verið sjálvstøðug vinnurekandi í bygdini í nógv ár, og eri eg tað eisini sjálvur – sum tónleikari. Havi abbar og ommur, sum hava arbeitt á ymiskum virkjum á kaiini og verið til sjós alt teirra lív.
Tí kenni eg til treytirnar hjá teimum vinnurekandi í bygdini, og eisini til, hvussu týdningarmikið tað er, at okur hava arbeiðspláss til ófaklærd fólk her á staðnum.
Eg haldi sjálvur, at her er gott at vera.
Men eg stilli upp, tí eg haldi, tað kann blíva enn betri. Eg føli, at eg havi nakað at bjóða og vil arbeiða hart fyri, at øll skulu kenna seg væl í Vági, og ongin skal føla seg gloymdan.
Vágs Kommuna skal vera ein kommmuna, man flytur til og ikki frá.
Okur skulu standa saman um tey góðu tingini, okur hava í kommununi og stuðla hvørjum øðrum.
Í Vági eru okur kend fyri gestablídni, og tað er fantastiskt; men lat okkum fyrst og fremst minnast til at stuðla hvørjum øðrum og standa saman um bygdina, vinnuna og áhugafeløg, sum longu eru her á staðnum.
Eg fari komandi dagarnar at leggja nakrar greinar út, sum lýsa nærri, hvat eg ætli at arbeiða fyri, um eg verði valdur í býráðið.
Nøkur av mínum hjartamálum, sum eg fari at skriva um, eru:
- Ungdómur
- Tónleikaumhvørvið
- Skapandi hús í miðbýnum
- Sjóvinna og havnarlagið
- “Teir gloymdu vegirnir”
- Nýggjar útstykkingar
- Reingerðartilboð til okkara eldru
Ingi Poulsen, valevni fyri javnaðarflokkin í Vági
Facebook viðmerkingar