Vísindavøkan á ferð vitjar ónskvøldið 28. oktober kl. 19 á Miðnámsskúlanum í Hovi.
Tríggjar framløgur verða í Hovi. Hvør framløga verður umleið 20 minuttir.
Heidi Mortensen, lívfrøðingur á Fiskaaling, fer at hava framløgu við heitinum:Botndjórakanningar á føroysku firðunum – Eitt føroyskt sammetingargrundarlag.
Rógvi Ólavson, vísindaligt hjálparfólk á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fer at hava framløgu, ið hevur heitið:Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu – Hvussu Føroyar loftaðu koronukreppuni.
Og Eydna í Homrum, lívfrøðingur á Havstovuni, fer at hava framløgu við heitinum: Brislingur undir Føroyum – lívfrøði og útbreiðsla.
Heitt verður á fólk um at halda seg til almennu koronutilmælini um reinføri, frástøðu v.m..
Facebook viðmerkingar