Við tað at allahalganna sunnudagur og allahalgannadagur í ár falla saman, verður gudstænastan sunnudagin flutt til kl. 13.
Gudstænastan verður sostatt bæði allahalgannagudstænasta, har okur minnast tey okra millum, sum farin eru seinasta árið, og minningarhald teirra sjólætnu.
Eftir gudstænastuna verður farið út á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.
Aftaná verður boðið til ein drekkamunn í missiónshúsinum.
Facebook viðmerkingar