Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so tað kann handlast skjótt. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí stórur partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum. Tá skulu okkara avgerðir gjøgnum danskar myndugleikar, og tá kunnu vit bert samtykkja tað, sum danskir myndugleikar longu hava samtykt. Hetta er á ongan hátt nøktandi. Og vit hava serliga nú, meðan koronukrímið hevur herjað, víst, at tað ikki ber til at viðgera viðurskiftini í Føroyum eins og tey í Danmark. Vit eru tvey ymisk lond, og tørvurin á átøkum er als ikki tann sami.
Heilsuøkið er at meta sum reinur innlendispolitikkur og má sjálvsagt stýrast úr Føroyum. Og vit hava so dyggiliga prógvað, at tað eru vit fult før fyri. Okkara heilsustarvsfólk eru væl skikkað at loysa allar tær avbjoðingar, sum nútíðin krevur. Tí vilja vit yvirtaka landslæknaembætið og aðra heilsulóggávu. Og eisini tí at vit síggja, at tað er stórur tørvur á tí fyri at styrka um góðskuna í heilsutilboðunum.
At hava fult lóggávuræði á heilsulóggávuni hoyrir einum framkomnum samfelagi til. Tað kemur altíð at vera neyðugt við nógvum og tøttum samstarvi við onnur lond um heilsuøkið, og sjálvsagt skulu vit fylgja altjóða tilmælum og vera á høgum fakligum norðurlendskum støði.
Tað, sum vit hava lagt fyri løgtingið, er uppskot um at yvirtaka landslæknaembætið og tær tænastur, sum hoyra til embætið. Tað veri seg eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum og epidemilóggávuna. Ein yvirtøka, sum er alneyðug. Somuleiðis er í yvirtøkupakkanum m.a. psykiatrilóggáva, lóg um rúsandi evni, lóg um eftirgjørdan gitnað, sjúklingarættindi o.a. Alt nakað vit sjálvi hava tørv á at fáa ræði á.
Eg kann taka eitt dømi við rúsandi evnum, sum vit hoyra nógv um. Í dag er tað soleiðis, at tað finnast listar yvir, hvørji evni tað ber til at leggja hald á við innkomu til landið. Er eitt evni ikki á, so kann tað koma inn í landið. Kreativiterurin er stórur á rúsevnisøkinum, og rúsevnini broyta navn og samanseting alla tíðina, tí mugu listarnar dagførast javnan. Í míni tíð í landsstýrinum tók tað áravís at fáa broytt kunngerðina fyri Føroyar, um hvørji evni kundu koma til Føroyar. Og tað var, hóast vit frá føroyskari síðu høvdu biðið um tað. Tað kann als ikki góðtakast.
Vit síggja eisini í sambandi við koronufarsóttina, at vit hava stóran tørv á at hava okkara egnu epidemilóggávu. Tað er serliga sjónligt í sambandi við kjakið um okkara landamørk, um heimild at taka gjøld fyri koronukanningar og um heimild at avmarkað upplatingartíðinar hjá matstovum og annað. Eg sigi ikki, at hetta alt eru átøk, vit skulu fremja, men at hetta eru átøk, vit ikki sjálvi kunnu fremja í dag, tí vit hava ikki lóggávuheimild. Sjálvsagt skulu vit hava ræðið á okkara egnu epidemilóg, so løgtingið kann samtykkja tað, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Onki annað er nøktandi. Og sjálvsagt skulu vit í Føroyum avgera, hvussu vit seta farsóttarnevndina saman.
Alt hetta snýr seg í roynd og veru um, at vit í Føroyum taka størri ræði á lóggávuvaldinum á heilsuøkinum, og harvið størri ábyrgd. Tað snýr seg ikki um persónar, men um at skipanin í dag ikki er nøktandi fyri heilsupolitikkin í okkara samfelagi. Sjálvsagt skulu vit hava eitt framsøkið landslæknaembæti, sum er á staðnum, og sum hevur sítt dagliga virksemi í samfelagnum. Tað er millum annað neyðugt í sambandi við eftirlit við heilsustarvsfólkum og viðgerðarstovnum og støðum.
Tað er ein stór uppgáva at røkja, sum í sera lítlan mun verður røkt í dag. Landslæknin skal eisini hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Alt neyðugar uppgávur fyri at tryggja góðskuna í teimum heilsutilboðum, vit veita. Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd.
Samstundis, sum vit yvirtaka landslæknaembætið, er neyðugt at uppbyggja ein Fólkaheilsumyndugleikastovn, har málsøkið verður umsitið. Hetta skal vera ein sterkur fakmyndugleiki innan heilsuøkið, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum. Landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum. Vit hava nógv væl skikkað og kompetent heilsustarvsfólk at røkja uppgávuna, og sum við fyrimuni kunnu samstarva.
Vit hava fleiri landsembæti í Føroyum. Til dømis hava vit landsapotekara og landsdjóralækna. Og tað er bæði gott og neyðugt. Men tað er púra óskiljandi, at vit ikki hava egnan landslækna men eina skipan, har vit fáa tænastu x-tal dagar um mánan úr Danmark. Menningin á økinum gongur við rúkandi ferð, og tørvur er á dagligari nærtænastu fyri, at góðskutryggja og ráðgeva á umskiftiliga heilsuøkinum.
Viðgerðin í tinginum av uppskotunum var sera uppbyggjandi og saklig. Tað tyktist vera rímuliga breið semja um, at vit eiga at yvirtaka økið. Uppskotið er nú í nevnd. Og spennandi verður, hvussu verður, tá ið atkvøðugreiðslan verður.
Sirið Stenberg,
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar