“Neyð lærir nakna kvinnu at spinna” sigur orðatakið – og júst hesin veruleikan, um altíð at reisa seg eftir at hava fingið eitt stoyt ella tvey, kenna okur alt til í Vági. Ein partur av okkara DNA’ið fevnir jú nettupp um at hyggja frameftir, leita eftir møguleikum og byggja upp av nýggjum, heldur enn at síggja forðingar.
Tá niðurgongdin byrjaði í lokalu fiskivinnuni fyri eini 10 árum síðani, og okur uppá stutta tíð mistu eini 250 størv á og við keiina í Vági, so varð neyðugt at hugsa nýtt og arbeiða við nýggjum møguleikunum her á staðnum.
Fyri 7-8 árum síðani valdi býráðið at seta sjóneykuna á møguleikarnir í ferðavinnuni. Lokala ferðavinnu-umsitingin varð uppraðfest tá Visit Suðuroy skrivstovan flutti vestur í nýggja Miðlatún. Stig vórðu tikin til at gera nýtt kampingpláss vesturi á Eiðinum. Ætlan varð gjørd fyri frítíðarhús við Laksá – og privat tóku undir við ætlanini og lótu byggja 10 smáttur við Laksá.
Við Páls Høll og Marghøllini gjørdist umstøðurnar fyri okkum øll her á staðnum og í nærumhvørvinum heilt framúr – og eisini fyri vitjandi og ferðafólk eru tilboðini einastandandi.
So hvørt, sum árini eru farin framvið, er lagt afturat við góðum tilboðum í Vági, sum draga ferðafólk til økið.
-Og okur kenna tað jú frá okkum sjálvum: Tá okur ferðast brúka okur pengar. Tá okur brúka pengar, so førir hetta við sær, at fólk fáa løn, og á tann hátt skapar økt virksemi í ferðavinnuni eisini fleiri nýggj størv.
Í felag hava okur uppbygt eina spennandi ferðavinnu í nærumhvørvinum við einari ørgrynnu av tilboðum.
Síðani 2013 er talið av songjaplássum til ferðafólk farin úr eini 35-40 songjaplássum til 170-180 songjapláss – og komandi ár legst afturat við nýggju frítíðarhúsunum á Traðavegi, soleiðis at okur fara upp um 200 songjapláss. Skuldi Havnin havt lutfalsliga líka nógv songjapláss sum Vágur hevur, so skuldu tað verið fleiri enn 3.000 songjapláss til ferðafólk í Havn.
Fyri 8-10 árum síðani var ikki óvanligt, at viðmerkingar vóru á sosialu miðlunum um at vitjandi og ferðafólk ikki kundu keypa sær mat í Suðuroynni. Í dag eru tað 6-7 matstøð í Vági – og er Vágur helst tað staðið í landinum, sum hevur flest matstøð pr. borgara. Skuldi Klaksvík havt lutfalsliga líka nógv matstøð sum tað eru í Vági, so skuldu tað verið 26-27 matstøð í Klaksvík.
Nýggjar fyritøkur, nýggj feløg og nýggj tilboð eru skapt – og fleiri nýggjar ætlanir hava sæð dagsins ljós í ár og okur vita, at fleiri aðrar spennandi ætlanir eru ávegis, sum gera okkara nærumhvørvið enn meiri dragandi.
Okkara felags avbjóðing er at fáa so skapa so nógv góð tilboð sum gjørligt, soleiðis at okur kunnu fáa enn fleiri størv innan ferðavinnuna, sum er við at gerast eitt týðandi bein hjá okkara lokalsamfelagið at standa á.
Lat okkum saman halda fast í góðu gongdini !
Dennis Holm, borgarstjóri og valevni á Lista E
Facebook viðmerkingar