TB endaði við heimasigri

Leygardagin var seinasta umfar í Betri deildin. TB tók í hesum 27. umfarinum ímóti Skála á heimavølli við Stórá.

Dysturin endaði við 3-2 sigri til TB. Málini hjá TB gjørdu Sebastian Kroner (2 mál) og Filip Obadovic. Úrslitið førdi við sær, at TB endaði við 18 stigum á 8. plássi.

Við tað at AB vann 4-0 ímóti EB/Streymi, samstundis sum Skála tapti, so flytir Skála niður í 1. deild.

Facebook viðmerkingar