JT electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Sterner UK, sum hevur høvuðssæti í Inverness í Skotlandi. Sterner UK er eitt væl rikið felag og er sterkt á skotska marknaðinum innan tøkniliga tænastu og vørumenning til alivinnuna.
-Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at fáa fótin fastan í Skotska marknaðinum, og vit fegnast um, at kundarnir hava tikið sera væl í móti okkara vørum og okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur Suni Justinussen, stjóri í JT electric. Við vøkstrinum, sum vit hava uppliva í Skotlandi síðstu tíðina, so meta vit tað vera neyðugt at taka hetta stigið og vera meira til staðar í skotska marknaðinum.
Sterner UK hevur í longri tíð samstarva tætt við JT electric í samband við sølu og tænastu av føroysku vørunum, sum er seldar til alivinnuna í Skotlandi.
-Keypið av Sterner UK er partur av okkara vakstrarætlan uttanlands. Við hesum keypinum vænta vit, at vit kunnu betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á, sigur Suni Justinussen. Í samanlagda felagnum koma at arbeiða 70 dugnalig starvsfólk við servitan, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heims marknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen.
JT electric er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur starvsfólk í Føroyum, Danmark, Pólandi og Skotlandi. Sermerkta fóðurskipanin hjá JT electric verður dagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggju tals milliónum laksum í nærum 70 alibrúkum kring heimin. Tað er P/F Tjaldur, sum eigur JT electric saman við leiðsluni í JT electric.
Facebook viðmerkingar