Bilrøkt virksemi veksur seg alsamt størri. Eftirspurningurin kring landið er stórur og tískil hava vit í samstarvi við Allan Enghamar, stovna eina nýggja søludeild í Vági.
Allan varð útlærdur sølumaður hjá Bilrøkt afturi í 2010 og tískil gleðast vit alsamt um, at hava fingið Allan sum Bilrøkt-umboð á Suðuroynni.
Um áhugi er, at royna ein KIA ella MG bil, so eru tit altíð vælkomin, at ringja til Allan á telefon 588500.
À myndunum niðanfyri síggjast Allan Enghamar og Jákup á Borg, stjóri, eftir at samstarvsavtalan er komin í lag.
Biltek samstarv við Bilrøkt
Bilrøkt hevur í vikuni eisini gjørt samstarvsavtalu við verkstaði Biltek í Trongisvági. Hetta merkir, at allir KIA bilar hava møguleika, at fáa gjørt sítt árliga eftirlit og annað viðlíkahald í Suðuroynni.
Eigarin av Biltek, Jákup Midjord, og Høgni Eysturoy, verkstaðsleiðara, síggjast á myndunum niðanfyri.
Facebook viðmerkingar