Leygarmorgunin 14. novembur skipar Hvistan fyri heilsutúrið í Suðuroynni.
Hesaferð er tað nýggja ferðavinnutilboðið BRIM B&B, ið er vertur fyri heilsutúrinum. Túrurin byrjar við BRIM kl. 11.00 hiðani tað verður gingið, súkkla ella runnið í 15 minuttir, áðrenn tað so verður vent og leiðin løgd aftur til BRIM, ið tá bjóðar okkurt leskiligt til tey luttakandi.
Eins og til øll tiltøkini hjá Hvistuni í heyst, so verður eisini drigið um eitt gávukort og hesa fer er gávukortið frá BRIM.
Hesir túrarnir hjá Hvistuni, ið hava verið á skrá 14 hvønn dag seinastu mánaðirnar, hava havt góða undirtøku, bæði av teimum ið vanliga eru við í Hvistuni, men eisini teimum sum við hesum hava sæð sær ein møguleika at koma út at røra seg saman við øðrum. Hetta er næst seinasti heilsutúrurin í ár, áðrenn stóru nissurenningina, tá ið drigið verður millum øll sum hava luttikið í øllum heilsutúrunum hesa seinnu hálvuna av 2020.
Øll eru tí vælkomin við.
HVISTAN
Facebook viðmerkingar