Sunnudagin hin 22. nov. kl. 15 verður konsert í Vágs kirkju við feðgunum báðum
Martin og Tóra Restorff Jacobsen.
Fyrrverandi prestur ogra Martin Restorff Jacobsen starvast nú sum organistur við Vágs- og Sumbiar kirkju. Hann kemur at spæla á flyglið í kirkjuni, meðan sonurin Tóri, sum er leiðari fyri Nes sóknar Musikkskúli, kemur at spæla á sello.
Á viðhefta ljóðfílinum niðanfyri hoyra ogør eina argentinska tango við heitinum ‘Oblivion’. Tað er argentinska tónaskaldið himself Astor Azzolla (1921-1992), sum spælir hetta stykkið á harmoniku. Á konsertini er hetta sama stykkið tað seinasta, sum er á skránni. Men tá verður tað Tóri, ið spælir lagið á sello sína, meðan Martin spælir orkesturpartin á flyglið.
Av øðrum á skránni kann nevnast m.a.romantiskir tónar av russiska tónaskaldinum Tjaikovski (1840-1893) og franska Gabriel Fauré (1845-1924).
Umframt at leggja oyru til vakrar sello- og flygiltónar hendan lítla tíman sunnudagin seinrapartin, fáa áhoyrarnir eisini høvi til at gerast virknir: tveir vakrir felagssálmar úr Uppískoytinum (til sálmabókina) verða eisini á skránni saman við pípunum í gamla Olsen orglinum frammi í kóri. - Tá hon í 1872 kom í Vágs kirkju, vóru Tjaikovski og Fauré ávikavíst 32 og 27 ára gamlir unglingar! Enn tann dag í dag er tónleikur teirra tó spelkin sum unglingin!
Veri væl komin!
Facebook viðmerkingar