VB vann 25-24 á Stíf

Í einum spennandi dysti á Eiðinum seinnapartin vann VB við einum máli á Stíf. Úrslitið gjørdist 25-24.

VB var annars á odda 15-9 í hálvleikinum og helt eisini tað leiðsluna til eini 10 minuttir vóru eftir av dystinum. Tá byrjaði Stíf at taka inn á VB og frá støðuni 24-19 bleiv tað til 25-24.

Málskjúttarnir hjá VB vóru:
Vladana Lazendic 10 mál
Sofia Scrøter 5 mál
Barbara K. Hjelm 5 mál
Durita K. Hjelm 3 mál
Gurið K. Augustinussen 2 mál

Facebook viðmerkingar