Víkingafestivalur í Hovi í 28-29. mai 2021

Tann 28. og 29. mai verður Føroya fyrsti Víkingafestivalur í høvdingabygdini Hov.

Festivalurin er samansjóðaður við Víkingadagarnar, sum vanliga eru hetta vikuskiftið.

Víkingabardagar, langeldur, grillstaður, fyrstaflokks tónleikur og eitt torg av alskins keyps møguleikum.

Hetta verður eitt vikuskiftið tit aldrin fara at gloyma, skriva fyrireikararnir, sum eisini hava avdúkað fyrstu nøvnini á Víkingafestivalinum – eins og víst er í plakatini omanfyri – og atgongumerki kunnu keypast á www.billett.fo

Facebook viðmerkingar