Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi at gera stuttfilm um Heimsmálini. Hesuferð var úrvalda heimsmálið nummar 14: Lívið í havinum, á enskum Ocean Literacy.
Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur, at nú verður mett um úrslitini við tí í hyggju, at finna eina vinnara. Vinningurin í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi er 30.000 krónur.
Sum nakað nýtt verða allir teir innkomnu filmarnir í stuttfilmskappingini hjá Námi vístir á stóra løriftinum í Havnar Bio. Tað er fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Øll tey, sum hava luttikið, hava ókeypis atgongd og fáa ókeypis poppkorn og kola afturvið. Eyðun Gaard, stjóri í Námi, verður til staðar og fer at kunngera vinnaran við orðingini frá dómsnevndini.
Tiltakið varar ein góðan tíma.
Facebook viðmerkingar