Nú fólk renna millum tilboðini á Black Friday, so bjóðar Hvistan til eitt enn betri tilboð, nú seinasti heilsutúrurin í 2020 er á skránni.
Heilsutúrurin hesaferð verður frá Keyp hjá D.J. Vilhelm í Vági, har tað verður eins og áður runnið ella gingið í 15minuttir og síðani vent og so heim aftur.Tað verður byrjað kl. 11.00 og øll eru aftur kl. 11.30, tá ið hugni og dráttur er á skránni.
Eftir túrin, verður kaffi, frukt og annað gott, eins og at drigið verður um eitt gávukort.
Túrarnir í heyst, sum Hvistan hevur fyriskipa, hava verið sera væl umtóktir, har serliga felagsskapurin hevur verið góður saman við rørsluni, sum er so týdningarmikil sum ongantíð áður.
Øll eru vælkomin til túrin.
Hvistan
Facebook viðmerkingar