Tann komiska tragedian í Salt

Tað er Olaf Johannessen, sjónleikari, sum fer at spæla
einrøðuleikin Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti
og Yves Handstad.

Leikhús Skift venur í løtuni leikin Tann Komiska Tragedian
i Løkshøll og partvís á SALT.

Um eina viku, tann 5. des. 2020 kl 20.00 verður leikurin
frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Um tvær vikur, tann
12.12.2020 kl 20.00, spælur hann í SALT.

Um leikin
Ein sjónleikari og ein rolla skulu saman spæla eina
týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um
leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í,
og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri rollur koma upp
í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni.

Tann Komiska Tragedian er ein heitur og menniskjaligur
leikur. Hann er filosofiskur og so er hann stuttligur.

Tann Komiska Tragedian spælur í Løkshøll 5. og 6. des og
í SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og
áskoðaratalið er koronuavmarkað.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Facebook viðmerkingar