Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Søkt verður eftir

Tveimum námsfrøðingum á 30 tímar um vikuna til barnagarðstovur. Møguleiki er at fáa hægri tímatal.

Einum námsfrøðingi í farloyvistarv á 30 tímar um vikuna í barnagarðstovu til 1.januar 2022.

Einum námsfrøðingi til frítíðarskúla 25-27 tímar um vikuna.

Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Størvini verða sett frá 1. januar 2021 ella eftir nærri avtalu

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum. 

Vit vænta at

  •  tú ert álítandi og tekur ábyrgd

  •  tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

  •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

  •  tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

  •  tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða

eitt spennandi starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið, har vit arbeiða við námsætlan og Betri Vinir. Eisini  nýta vit TÍTT sum námsfrøðiligt amboð.

Dagstovnurin lat upp í 2017 í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjørðuna.

Innan- og uttandura umstøðurnar eru sera góðar og geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagifríggjadagin 11. desember 2020 kl.12.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580

Facebook viðmerkingar