Mánadagin 30. November var hátíðar- og fráfaringarhald í hølunum hjá heimatænastuni á Heilsumiðstøðini í Vági.
Hátíðarhald var fyri Jórun Eyðunson, Porkeri, sum hevur starvast í heimatænastuni í Suðuroy í 30 ár.
Jórun byrjaði sum heimahjálp í sunnaru helvt í 1990 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2005.
Eisini var fráfaringarhald var fyri Annu Vestergaard, Sumba, sum hevur starvast í heimatænastuni í Suðuroy í 35 ár.
Anna tók prógv sum heilsuhjálpari í 2010 og gevst nú vegna aldur.
Í sambandi við 30 ára starvsdagin hjá Jórun og fráfaringarhaldið hjá Annu fingu tær blómur og gávur handaðar, har Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni, og Beinta Virgarsdóttir, deildarleiðari, søgdu nøkur orð og har takkað varð fyri góða og trúgva tænastu.
Eisini fingu tær eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.
Anna Vestergaard og Jórun Eyðunson.
Facebook viðmerkingar