Við tí endamálið at hjálpa, har neyðin er størst, letur Reyði Krossur eitt gávukort áljóðandi 1.000 kr. til barnafamiljur í Føroyum, ið liva undir fíggjarliga trongum korum, nú stundar til jóla. Hjálpin verður latin til somu familjur, ið Barnabati letur til í árligu jólahjálpini til familjur, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.
Umsóknirnar vera viðgjørdar sambært sama frymli, sum Barnabati brúkar til jólahjálpina. Reyði Krossur leggur sostatt eitt gávukort áljóðandi 1.000 kr. afturat hvørjari játtaðari umsókn til Barnabata. Viðgerðin byggir á eitt altjóða mát, ið kallast “at-risk-of-poverty”, ella fátækraváði, sum lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fæst nýtslumøguleikum.
Reyði Krossur gleðist um at kunna veita fíggjarliga sperdum familjum eina hjálpandi hond um jólini
Facebook viðmerkingar