…. eiga at verða takksom fyri at solidariska skipanin um gjalds skipan í sambandi við undirsjóvartunlar hevur staði sína roynd og skapt so stóran framburð. Solidariski íløguhugurin hjá tí almenna í Vágum og Klaksvík/Norðoyggjum, og nú skjótt eisini Eysturoyggin og Sandoyggin eru eitt gott dømi, og vónandi unna almennu Føroyar eisini Suðuroynni lut í hesi menning!
Ikki bert Vágarnar hava notið gott av einari solidariskari innkrevjingarskipan í sambandi við undirsjóvartunlar, men eisini Klaksvík og Norðoyggjar, og vit skulu sjálvandi unna øðrum pørtum av landinum at fáa lut í tí menning sum hevur verði í kjalarvørrinum av tunnilsgjøldunum, og taka støðu til at allar íløgur í framtíðini í sambandi við undirsjóvartunlar verða koyrdir í eitt felag, og fíggja allar slíkar tunlar í Føroyum í framtíðini. Tað er ikki meira enn rímiligt og rætt, og bert soleiðis ber til at fíggja slíkar verkætlanir í framtíðini, og bert soleiðis fæst kostnaðurin fyri ferðandi bíligari.
Eitt gott dømi er Sandoyartunlin, sum neyvan hevði sæð dagsins ljós, uttan at verkætlanin var knýtt at Eysturoyartunlinum, og neyvan verður gjørligt at gera undirsjóartunnilin til Suðuroyar uttan at tunnilin verður knýttur at øðrum undirsjóvartunlum.
Bert soleiðis menna vit Føroyar!
Lasse Klein
Facebook viðmerkingar