Fólkatalið í Suðuroynni hevur seinastu árini staðið í stað ella minkað, men nú er ein lítil framgongd at hóma.
Seinastu fólkatølini vísa, at fólkatalið í Suðuroynni seinasta árið er vaksið við 49 fólkum, ella 1,1%. Hóast talan er um ein varligan vøkstur, so er hetta størsti vøkstur í fleiri ár.
Í tali eru tað serliga tær størri kommunurnar, Vágs kommuna og Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið í talið er vaksið. Vøksturin er 34 fólk í Vágs kommunu, svarandi til 2,5% í vøkstri, og 20 fólk í Tvøroyrar kommunu, svarandi til 1,2%.
Lutfalsligi størsti vøksturin er tó í Fámjins kommunu, har fólkatalið seinasta árið er vaksið við 10% – úr 80 fólkum upp í 88 fólk.
Niðanfyri er broytingin í fólkatalinum í kommununum í Suðuroynni og í Suðuroynni seinasta árið.
Facebook viðmerkingar