Á tíðindafundi seinnapartin mælti løgmaður til, at nú ræður um at taka seinastu tøkini á mál. Samstundis vórðu fleiri tilmælið gjøgnumgingin, í stuttum fevna tey um hesi:
– Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
– Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald til, at tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
– Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
– Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
– Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17. desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
– Mælt verður til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
– Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
– Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
Løgmaður vísti eisini á, at vaksinasjónin nærkast og væntandi verða tey fyrstu vaksineraði í Føroyum í januar mánað, soleiðis at vit væntandi kunnu venda aftur til ein meiri normalan gerandisdag út á summarið.
Facebook viðmerkingar