Í sambandi við farma- og ferðafólkaflutningin um Suðuroyarfjørð

Tað hoyrist javnan um ónøgd millum ferðafólk og vinnulív í Suðuroy í samband við plásstrot og seinkingar í siglingini um Suðuroyarfjørð.

Nakrir av størstu brúkarunum av Smyrli til farmaflutning (t.e. Varðin Pelagic, Bakkafrost í Vági, Delta Seafood, TG Seafood og IRF Suðuroy) bjóðaðu tí herfyri landsstýrismanninum Jørgen Niclasen, leiðsluni fyri Strandfaraskip Landsins, politikarum úr Suðuroy og flutningsfeløgum til fundar á Seglloftinum á Tvøroyri at umrøða avbjóðandi støðuna viðvíkjandi farma- og ferðafólkaflutninginum um Suðuroyarfjørð.

Á fundinum varð m.a. greitt frá flutningstørvinum um Suðuroyarfjørð og avbjóðingunum í hesum sambandi. Vinnulívið í Suðuroy hevur fyri ein stóran part bara Smyril at dúva uppá og óreglusemi í siglingini orsakað av avmarkaðum túratali, plásstroti umborð, tekniskum avbjóðingum og veðurlíkindum ger tað trupult at leggja virksemi til rættis og virka optimalt sum útflutningsvinna í Suðuroy.

Flutningskostnaðurin av farmi um Suðuroyarfjørð er longu frammundan tyngjandi fyri kappingarføri hjá vinnulívinum í Suðuroy, og tí varð eisini staðiliga mælt frá at hækka farmakostnaðin enn meira.

Kristin Michelsen, tingmaður og borgarstjóri á Tvøroyri heitti á suðuroyartingfólk um at arbeiða politiskt fyri eini meirjáttan til Smyril uppá 14 mió.kr., so tað árið runt kann siglast 3 túrar um samdøgnið um Suðuroyarfjørð.

Í eini roynd at samskipa og optimera logistikkin um Suðuroyarfjørð enn meira við atliti til farm og ferðafólk, varð á fundinum samtykt, at Strandfaraskip Landsins sum skjótast kallar avvarðandi partar til fundar at umrøða málið nærri og fremja neyðugar broytingar.

Facebook viðmerkingar