Bjóða Almannamálaráðnum samstarv um barnaheims-eind í Vági

Á býráðsfundinum mánadagin 14. desember varð umrøða av uppskotið frá borgarstjóranum um at bjóða Almannamálaráðnum samstarv um barnaheims- eind í Vági, nú landsstýriskvinnan í Almannamálum hevur umrøtt ætlan um at skipa fleiri barnaheimseindir heldur enn at byggja eitt nýtt barnaheim.

Býráðið tók fult undir við ætlanini og er síðani sent skriv til Almannamálaráðiði, har Vágs kommuna bjóðar samstarv um barnaheims-eind í Vági.

Í skrivinum stendur m.a.:

“Í Vágs kommunu hava vit seinastu árini brúkt nógv orku uppá at “lofta” ungdómum og fyribyrgja, at tey koma í avbjóðandi støður, og hava vit m.a. tikið fleiri ung inn í vard størv og í starvsvenjing í samstarvi við Almannaverkið.

Og vilja vit eisini hervið bjóða okkum fram at fara í samstarv við Almannamálaráðið / Almannaverkið um at fáa skipa eina barnaheims-eind í Vági.

Í Vági eru sera nógvir góðir møguleikar hjá børnum og ungum at brúka, bæði Marghøllin, Páls Høll, nýggj Parkour-høll er ávegis, kreativt umhvørvið er í FabLab, Ítróttaháskúlin er í Vági og so framvegis – alt tilboð og karmar, sum kunnu virka við til eina positiva menning av børnum og ungum í avbjóðandi støðum.

Umframt atgongd til spennandi karmar, so er ein eisini ein veruligur møguleiki antin at keypa ein størri sethús (keypsprísurin ein brøkpart av prísinum í miðstaðarøkinum) og umbyggja tey, ella at byggja nýtt til eina barnaheims-eind í Vági – og vilja vit fegin hjálpa við til at fyrireika hetta.

Starvsfólk við røttu útbúgvingunum og fakligum førleikum eru eisini tøk í Suðuroynni, so tann parturin verður heldur ikki ein trupulleiki.

Sum nevnt vilja vit í Vágs kommunu hervið bjóða okkum fram í samstarvi við Almannamálaráðið / Almannaverkið at byggja upp eina barnaheims-eind í Vági – her eru fakfólk, rætta positiva umhvørvið og umstøðurnar til at hjálpa okkara børn og ungum við avbjóðingum á røttu leið, soleiðis at tey kunnu fáa eitt so gott lív sum tilber.”

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar