FC Suðuroy boðar á Facebook-vanganum frá, at avtala er gjørd við teir báðar málmennirnar Ólavur Ludvig, sum seinast hevur spælt við ROYN, og Rani Nolsøe Johannessen, sum er fluttur aftur til Vágs, eftir loknan lestur í Danmark. Harumframt er eisini gjørdur sáttmáli við Boas Nitschke, sum hevur vart málið hjá 2. deild hjá FC Suðuroy, sum vann uppflyting í 1. deild.
Avtalurnar við teir tríggjar er fyri árið 2021.
Facebook viðmerkingar