Vágs kommuna og Fíggjarmálaráðið undirskriva avtalu um Talgildu Føroyar

Í vikuni hevur Vágs kommuna skrivað undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar.

Komandi ár fer Vágs kommuna at seta ígongd menning av tænastum á Vanganum, soleiðis at borgarar í Vágs kommunu trygt og lætt kunnu avgreiða síni viðurskifti á einum stað.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til verkætlanina, ið hevur sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020.

Facebook viðmerkingar