Hey góði pabba, nú fyllir tú aftur og hesaferð fyllur tú 75 ár. Tú hevur altiđ elskađ at halda føđingardagin, hesuferđ heldur tú eisini dagin, men vegnađ korona tilmælini, verđur dagurin hildin nakađ ørvísi. Men, sum altiđ verđur hann hildin í heiminum.
Pápi vaks upp á Tvøroyri og er sonur Hjørdis Mørk úr Tórshavn og Martin Berg ættaður úr Sandvík. Pabba er føddur í Havn í 1945. Men hann búði bert í Havn í 1 ár, tá ið hann flutti suður til Sanvíkar at búgva saman við foreldrinum. Seinni flutti tey til Tvøroyri. Tey búði í Valinum, har búði hann saman við foreldrunum og systkinunum hjá sær ávikavist Hanus, Hanna, Essuni og Eyvør.
Pápi flutti seinni suður til Vágs at búgva bert 15 ára gamal og har hevur pápi búleikast síðani, saman við okkum øllum.
Liviđ hevur jú so nógv ymist at bjóđa, bæđi av góđum og ringum. Tað sum tók hart uppá pápa var tá ið systrarnar hjá honum Rini og Hanna doyðu av báđar krabbameini. Rini var bert 36 ára gomul, tá iđ hon fór.
Tađ tók eisini hart uppá pabba, tá iđ beiggin hansara Hanus eisini fór heim til Harran í februar mánaða í ár. Hóast sjúku, var pabba og fylgdi beiggja sínum til hansara seinasta hvíldarstađ, sum er í Sandvík.
Pápi giftist við mammu okkara Ingibjørg Ryggshamar hin 2. januar 1965, sum er dóttir Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.
Um hetta mundið búðu tey úti í Toftalíð saman við langommuni Julionnu. Bert tríggjar mánaðir eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi heim teirra í grund.
Tey mistu alt, sum høvdu fingið í brúðargávu, men til Guds undur sluppu tey øll frá tí við lívinum. Í 1968 bygdu tey sær egið hús á Vallarajørð í Vági.
Men væl hevur gingist hjá tykkum hóast tit mistu alt úti í Toftalíðí Vági og okur 8 systkin sum eru Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni hava nógv at takka tykkum báðum fyri, hóast tað hevur mangan verið strævið hjá tykkum báðum. Hinvegin hava okur øll nógvar gleđisstundir at takka tykkum báđum fyri.
Pabba fór til sjós bert 13 ára gamal. Pabba var altiđ burtur og fiskađi, međan okur vóru smábørn. Oftani var hann vekk í fleiri mánađir. Okur vóru so glađ fyri at síggja hann og hann gleddi okkum viđ gávum eitt nú úr Newfoundlandi ella úr Grønlandi. Tað gekk long tíð áðrenn okur børn sóðu hann. Eg kann nevna, at eg var 7 mánaðir fyrstuferđ pabba sá meg. Soleiðis var tað bara. Men eitt er vist, okur høvdu altíð nok av øllum, tað syrgdi hann og mamma altíð fyri.
Pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Umframt, at hava koyrt lastbil og arbeitt á Suðurfisk í fleiri ár. So hevur pápi havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta var eitt stórt íkast til okkum øll gjøgnum árini, tí tað vóru nógvir munnar at metta. Pabba koyrdi eisini hýruvogn og hann hevði Restorf´s avgreiðslu í okkara kjallara.
Mangan hava okur, eg og mínir vinir sum tá vóru tannáringar, havt góðar løtur at minnast aftur á, tá ið sterka ølið skuldu berast inn á lagrið. Viðhvørt hopaði okur, at onkur ølkassin fór í knús, so okur kundi fáa restina, áðrenn leiðin gekk í dans og jú tað riggaði viðhvørt.
Okur 8 børnini og øll abba, ommubørnini, minnast bert á góðar løtur inni á barnaheiminum hjá okkum. Hetta fáa nú øll langabbabørn og langommubørnini eisini stóra gleði av og tað er at vera takksamur fyri.
Heilsan hjá pápa er farin at bila tey seinastu árini, og hansara gongurtúrar rundan um Vatnið eru nú eingir, frá at ganga 3 til 4 túrar um dagin, eru hesir túrar nú hildnir uppat. Međan túraranir norđur tìl Sjùkrahúsiđ á Tvøroyri eru tíverri nógvir av ístađin.
Okur vóna sjálvandi, at tú blívur betri fyri, so at tú eitt nú kann fara viđ el – súkkluni ein túr út á Garđarnar til handils hjá Aleks og Sólju, ella ein túr út á Heimavirki at keypa brússukur. Tær løturnar elskar tú.
Tað sum hugtekur teg serliga nógv og hevur altíð gjørt, er at fylgja við, tá ið Newcastle spælir í Premier League. Tað fyrsta tú reypar um, tá ið tú ringir til onkran av okkum, ella vinum, er at reypa um Newcastle, serliga um teir vinna.
Samfelagsviðurskiftu hava altíð havt hansara áhuga, hann hevur m.a. sitið í 23 ár í Vágs Býráð frá 1985 til 31.12.2008. Meginpartin av býráðssetunum, umboðaði pápi Javnaðarflokkin í Vági. Hann var eisini varaborgarstjóri onkra setuna, somuleiðis var hann fyrsvaldur fleiri ferðir fyri Javnaðarflokkin í Vági.
Pabba er ikki ein persónur sum tosar so nógv um slekt, men hann fortelur oftani frá hvussu gott tað var at koma til Sandvíkar sum smádrongur, at vitja familjuna har. Serliga tosar hann um Ingibjørg systir Martin abban og hennara hjartarúm, tá ið hann var smádrongur.
Hinvegin heldur hann eisini nógv av familjuni hjá mammu og dámar stak væl, tá eitt nú Bresti svágurin er inni og vitjar hann. Har teir oftani tosađ um gamlar dagar, m.a tá iđ teir vóru í Føroyingahavnini í Grønlandi seinast í 60 árinum osfr.
Hinvegin eru Adolf mammubeiggin eisini nógv saman við pabba og teir dáma væl at vera speirekandi ímóti hvørjum øđrum. Teir minna nakađ um hinar báđar gomlu frá Muppet Show. Hóast tađ, so leingjast teir eftir hvørjum øđrum, til ein nýggjan skemti dyst.
Pabba sigur oftani ” hevur Adolf ikki veriđ og vitja her í dag, ella nú sá eg ikki Adolf aftur” Teir eru hóast tađ festligir hjá okkum at hoyra uppá. Innast inni, halda teir báđir av hvørjum øđrum allíkavæl.
Pabba sigur altiđ, at røturnar eru úr Sandvík og Tvøroyri. Hann sigur annars altíð, at hann er vágbingur um ein háls.
Hinvegin tekur hann oftani til orðanna og sigur, at hansara familja eru vit børnini og familjan hjá mammu.
Tað kemur ivaleyst av, at hann hevur búð næstan alt sítt lív í Vági og følir seg sum vágbing, hóast røturnar eru aðrastaðni frá.
Pappa eg fari, at ynskja tær ein góðan 75 ára føðingardag og eg takki tykkum báðum so innarliga fyri, alla hjálp og kærleika tit hava víst okkum øllum í familjuni.
Tit bæđi tú og mamma hava víst mær stóran kærleika og nærleika gjøgnum alt líviđ.
Eg elski tykkum yvir alt fyri tað og Guds signing framtíð tykkara og við vón um, at heilsan hjá tykkum gerst fragari.
Nakað soleiðis vil eg lýsa teg og mammu:
“Størri kærleika til onnur, eingin annar gevur
frá morgni til myrkur og eisini meðan ein svevur”
Eg vil hervið ynskja tær pabba hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og Guds signing til teg og mammu.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Vágur hin 23.12.2020
Levi
Facebook viðmerkingar