Sal til tónleik, sjónleik, filmsvísing, morgunsang og hølir til Musikkskúlan í Gamla Svimjihyli í Vági

Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um at gera hølini í Gamla Svimjihyli í Vági um til eitt auditorium, tvs. til ein sal til millum annað konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar, og til morgunsang hjá Vágs Skúla. Nú er gongd sett á hesa ætlan.

Vágs kommuna stovnaði í 2019 egnan Musikkskúla og hevur frá byrjan eisini verið ætlanin, at Musikkskúlin í Vági skal fáa venjingarhølir í Gamla Svimjihyli. Talan verður sostatt um bæði ein sal til framførslur av ymiskum slagi og venjingarhølir til Musikkskúlan í Vági, sum við hesum eisini fer at fáa væl betri umstøður, enn Musikkskúlin hevur í løtuni í Vágs Skúla.

Gamli Svimjihylur hevur skap av einum auditorium, tí Gamli Svimjihylur hevði ein grunnan part og síðani skráaði tað út í ein djúpan part. Hetta ger eisini at hølið hevur skap av einum auditorium og tískil er lutfalsliga einfalt at byggja upp.

Saman við Mayfinn Norðoy, arkitekti á Kontrast, er uppskot gjørt um broyting av Gamla Svimjihyli til ein sal til framførslur við meiri. Tekniska deild hjá Vágs kommunu hevur síðani arbeitt víðari við ætlanini og eru byggitekningar nú gjørdar lidnar, soleiðis at klárt er at fara ígongd.

Á fíggjarætlanini fyri árið 2020 er eisini sett játtan av til at keypa inn tilfar, sum skal til fyri at gjøgnumføra fyrsta byggistig, og er hetta tilfarið nú keypt. Játtan er eisini sett av á fíggjarætlanini fyri 2021, soleiðis at arbeiðið kann halda áfram í 2021.

Tað hevur verið eitt greitt ynski frá býráðnum tey seinastu árini at uppraðfesta umstøðurnar í Vágs Skúla, soleiðis at tað verða góðar umstøður til at hava framførslur av ymiskum slagi, samstundis sum Musikkskúlin kann fáa góð hølisviðurskifti – og eri eg sera fegin um, at hendan verkætlanin nú er farin ígongd, sigur Dennis Holm, borgarstjóri..

-Við einum auditorium ella sali í Gamla Svimjihyli, sum kann brúkast til alskyns endamál bæði í fólkaskúla og musikkskúla høpi, og ikki minst í almennum høpi, so verða eisini umstøður til at skapa heilt annarleiðis tiltøk í Vági okkum øllum at frama, sigur borgarstjórin.

Í nýggja salinum til tónleik, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar os.fr. verða tað umleið 200 sitipláss, umframt at tað verða siti- og standipláss á balkongini kring salin og umstøður til rørslutarnaði.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar