Skráin í sambandi við nýggjárshaldið í Vági

Nýggjársnevndin boðaði herfyri frá, at nýggjárshaldið í Vági í ár verður annarleiðis, tó spennandi. Tað kunna vit vissa um, tí tá hurðar lata aftur, lata aðrar upp. Nýggjársaftan í Vági í ár bjóðar vælkomin til nýggj tiltøk, har atlit eru tikin fyri koronatilmælini. Sostatt verður nýggjárið í Vági í ár aftur eitt minni fyri lívið.

Sum tíðin leið í fyriskipanini til nýggjárshaldið, gjørdist tað greitt hjá fyriskiparunum, at nýggjárshaldið í Vági í ár ikki kundi haldast eins og undanfarin ár. Koronafarsóttin og koronatilmælini hava gjørt, at nøkur av siðvandu og eyðkendastu tiltøkunum í nýggjárshaldinum ikki kunnu verða í ár. Hettar hevur ikki verið ein løtt avgerð, men hettar hevur verið ein avgerð sum mátti takast, og hon varð tikin í samráð við heilsumyndugleikarnar. Nevnast kann, at felags morgunmaturin, barnatiltakið, kyndlagongan og bálið við Tríkantin ikki kunnu verða í ár.

Men tá hurðar lata aftur, lata aðrar hurðar upp. Og soleiðis er eisini hesuferð. Nýggjárshaldið í ár verður fyri tað mesta uttandurða og online. Atlit eru eisini tikin fyri, at fólk og býlingar hava egnar siðvenjur, so tiltøkini ávirka sum minst hesar siðvenjur.

Úr almennu skránni í ár kann nevnast, at kirkjurenningin verður, har eru tó minni tillagingar gjørdar, soleiðis at atlit er fyri koronatilmælini. Runnið verður frá Vágs kirkju kl. 10. Tvey nýggj gongutilboð verða í ár. Kl. 11.30 verða tveir túrar skipaðir. Frá Tríkantinum verður gingið niðan á Eggjarnar, har Dennis Holm verður ferðaleiðari. Á túrinum greiður Dennis frá søguni um Nýggjárshaldið og aðrar søguligar hendingar í Vági. Somu tíð, sum gingið verður frá Tríkantinum, byrjar gongutúrur frá Porkerishálsinum, har Jens Petur Brattalíð er ferðaleiðari. Við á túrinum er Heri Mortensen, deildarleiðari hjá SEV. Túrurin frá Porkerishálsi gongur umvegis nýggju vindmyllulundina hjá SEV, har Heri kemur at greiða frá. Víðari verður gingið til Vágfelli – Vágsskarð – Hálsin til Ryskjudal og so oman til Vágs. Báðir túrarnir eru lættir at ganga og taka umleið 2 til 2,5 tímar. Kl. 16 og fram til umleið 23 verður filmurin um nýggjárshaldið í Vági lagdur út til almenningin at stroyma. Soleiðis kunnu fólk síggja, hvussu stórsligið nýggjárshaldið vanliga er. Frá 17 og fram eftir til umleið kl. 21 brenna ymsu býlingarnir í Vági bál og skipa fyri fýrverki. Um 23.30 byrjar stroymingin frá nýggjárshaldinum, og um miðnáttarleitið skipar Nýggjársnevndin fyri stórum fýrverksshowi.

Nærri verður kunna um ymsu tiltøkini á nyggjar.com, facebooksíðuni Nýggjárshaldið í Vági og á whatson.fo.

Heitt verður á øll, um at virða almennu koronatilmælini, og fyriskiparar taka fyrilit fyri, at tiltøk kunnu verða broytt ella avlýst orsakað av veðrinum ella broytingum í almennu koronatilmælunum.

Facebook viðmerkingar