Ynskir tú at gerast partur av okkara vælvirkandi toymi, ið dagliga virkar í einum spennandi tekniskum arbeiðsumhvørvi? Vit leita eftir einum teknikara/montøri til NET í Suðuroy at byrja skjótast gjørligt.
NET umsitur rakstur og menning av nærum øllum útbúnaði á fjarskiftisøkinum í Suðuroynni. Dagligu uppgávurnar á deildini fevna m.a. um rakstur og menning av tøkni og anleggum innan hesi øki:
- Breiðband (ADSL, VDSL og fipur)
- Fartelefon (GSM, 3G og LTE)
- Fastnettelefon (PSTN og VoIP)
- Kaðalnet (Kopar og Fibur)
- Televarp (DVB-T)
- Kringvarp (FM og MB)
- Mastrar og antennur
Hvat kunnu vit bjóða tær?
Sum teknikari/montørur á NET ert tú partur av einum spennandi umhvørvi og hevur ábyrgd av dagligum uppgávum á deildini. Tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga og persónliga, og upplivir at skula avgreiða uppgávur bæði sjálvstøðugt og saman við dugnaligum starvsfeløgum.
Hvat ímynda vit okkum?
Vit leggja dent á, at teknikarin/montørurin megnar væl at arbeiða sjálvstøðugt og trívist í tøttum samstarvi við onnur. Útbúgving og viðkomandi royndir eru ikki eitt krav, men ein fyrimunur. Eisini ímynda vit okkum, at tú hevur áhuga og kunnleika fyri tøkni.
Tað er umráðandi, at tú ert væl fyri í mun til at arbeiði á fjøllum og í mastrum, tí hesar uppgávur somuleiðis mynda uppgávur og ábyrgdarøkir.
Starvs- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt og starvsstaður er á Tvøroyri, men arbeiðsøkið er øll Suðuroyggin. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.
Freistin at søkja starvið er mikudagin 20. januar 2021. Umsókn við viðkomandi fylgiskjølum skulu sendast inn her (https://starv.ft.fo/Application/Index/48).
Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til Dion Petersen, bólkaleiðara, á tel. 243622 ella dpe@net.fo.
Um NET
NET hevur til uppgávu at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum. Vit gera okkum ómak at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi kervi, sum kann bera vaksandi ferðslu, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.
56 starvsfólk starvast á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík og hevur virksemi kring alt landið. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru góðu starvsfólk okkara, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman.
NET er partur av Føroya Tele-samtakinum.
Facebook viðmerkingar