10. kirkjurenningin hjá Hvistuni

Eitt av føstu tiltøkunum gamlaársmorgun, hevur verið kirkjurenningin hjá Hvistuni, sum í ár hevur 10 ár á baki. Tað byrjaði við heilt fáum luttakarum, sum síðani eru vorðnir alt fleiri, umframt gongufólk, tey ið trilla og súkkla. Síðani kom morgunmatur og hugnin afturat, men í ár, sum so mangastaðni er alt øðrvísi. Tað verður tó kortini byrja við Vágs Kirkju eins og øll tey undanfarnu árini, men har keylur verða settar upp, soleiðis at luttakararnir halda neyðugu frástøðuna. Høgættin sær út til at koma at halda sær nakrar dagar, og tað boðar frá góðum veðrið í Vági. Fólk frá kommununi fara eisini at salta um neyðugt, og er nýggja gøtan millum Vág og Nes eisini komin so mikið áleiðis, at har kann rennast uttan at órógvast av bilum. 

Tiltakið byrjar kl. 10.00 og øll eru vælkomin við, og eins og áður er tiltakið ókeypis, og verður byrja við at luttakararnir syngja sálmin hjá Mikkal av Ryggi: Faðir fylg mær henda dag.

Facebook viðmerkingar