Um 11 tíðina í morgun var Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, á Suðuroyar Sjúkrahúsi við koppingarevnunum, ið skuldi brúkast í sambandi við, at starvsfólk á sjúkrahúsinum hava fingið tilboð um at lata seg koppseta fyri Covid-19.
Fyrstur at verða koppsettur var Theodor Høgagarð, yvirlækni.
Lisbet V. Jacobsen, deildarleiðari á seingjadeildini hevði til uppgávu at geva Theodor fyrstu koppsetingina á sjúkrahúsinum.
Eftir koppsetingina skuldu starvsfólkini bíða í 15 minuttir áðrenn farið var víðari. Hetta varð gjørt fyri at tryggja sær, at øll høvdu tað gott eftir koppsetingina.
Í dag eru 24 starvsfólk á sjúkrahúsinum, hjá kommunulæknunum og Covid-19 kanningartoyminum koppsett fyri Covid-19. Mánadagin er ætlanin, at nøkur afturat verða koppsett.
Facebook viðmerkingar