Grundlógin og danskt samtykki fyri loysing

Setur.fo: Í kritiskari viðgerð av donsku tulkingini av grein 19 í grundlógini koma Bárður Larsen, adjunktur, og Kristian Joensen, námslektari, til ta niðurstøðu, at lógargreinin ikki merkir, at skipan av føroyskum fullveldi krevur samtykki frá stjórn og fólkatingi

Í danska tíðarritinum Juristen, sum kom út um ársskiftið (2020, nr. 6), er akademisk grein, sum Bárður Larsen, adjunktur, og Kristian Joensen, námslektari, á Fróðskaparsetrinum hava skrivað.

Undir kritiska luppinum er grein 19 í grundlógini, sum ljóðar so í mest viðkomandi parti:

“Kongen handler på rigets vegne i mellemfolkelige anliggender. Uden Folketingets samtykke kan han dog ikke foretage nogen handling, der forøger eller indskrænker rigets område, eller indgå nogen forpligtelse, til hvis opfyldelse Folketingets medvirkende er nødvendig, eller som i øvrigt er af større betydning.”

Í greinini skriva teir, at í hvussu er síðani fólkaatkvøðuna í 1946 og heilt fram til føroyska stjórnarskipanararbeiðið hevur danska stjórnin havt ta áskoðan, at Føroyar kunnu loysa, uttan at tað er neyðugt at broyta grundlógina, men at treytin er sambært donsku tulkingini, at Fólkatingið gevur sítt samtykki samsvarandi grundlógargrein 19.

Stjórnin viðurkennir sostatt ikki, at Føroyar hava rætt at skipa egið ríki uttan danskt samtykki.

Hesa tulkingina afturvísa Bárður Larsen og Kristian Joensen.

Teirra sjónarmið er fyrst, at tulkingin hjá donsku stjórnini er uttan grundarlag í teksti ella forarbeiðum til § 19. Grein § 19 er ein valdsbýtisáseting um, hvussu Kongur (nú stjórnin) og Fólkatingið býta valdið á uttanríkisøkinum. Grein § 19 er bara viðkomandi, um Kongur (stjórnin) ætlar at disponera.

Greinin hevur hinvegin onga reglu um ta støðu, at partur av statinum ætlar at lýsa seg sjálvstøðugan. Tískil var tað eisini uttan grundarlag í grundlógini, tá danska stjórnin nýtti táverandi § 18 (núverandi § 19) sum grundgeving fyri at senda Løgtingið heim eftir fólkaatkvøðuna í 1946.

Høvundarnir føra eisini fram onnur viðurskifti, ið tala ímóti almennu donsku tulkingini.

Eitt av hesum er, at ongin áseting er í grundlógini um, at ríkið ikki kann býtast sundur, men at uppskot um slíka áseting júst varð vrakað á grundlógargevandi ríkisdegnum í 1848-49.

Eisini føra høvundarnir fram, at tann veruleiki, at Føroyar komu undir donsku grundlógina í 1849-50, uttan at føroyingar vórðu eftirspurdir, eins og at føroyingar hava havt óvanliga ringa uppmøting til fólkaatkvøðiur um grundlógina, talar ímóti, at eitt bann móti einsíðugari útliman úr ríkinum kann inntulkast í grundlógina, tá hetta ikki framgongur av sjálvum lógartekstinum ella forarbeiðum.

Juristen er ikki sokallað “open access”-rit, og atgongd til greinina er tískil avmarkað til haldarar.

Facebook viðmerkingar