Í gjár vóru 364 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. Tá dagurin í dag er av, eru fleiri enn 1300 heilsu- og røktarstarvsfólk koppsett, og svarar tað til umleið 2,5 prosent av øllum føroyingum.
Mánadagin kemur onnur sendingin við koppingarevni og við verandi gongd hevur Sjúkrahúsverkið koppsett fleiri enn 2500 fólk, tá næsta vika er runnin.
Facebook viðmerkingar