Við ársbyrjan í fjør varð ein arbeiðsbólkur settur, ið skuldi viðgera møguligar broytingar í kappingarleistinum. Bólkurin er mannaður við umboðum úr NSÍ, B36, AB, 07 Vestur og FC Suðuroy, og eitt møguligt broytingaruppskot er sent øllum feløgunum til hoyringar.
– Um broytingar ongantíð verða gjørdar, stendur ein í stað, og tá er bara ein spurningur um tíð, til man verður yvirhálaður. Tað er tí í tøkum tíma, at vit gera okkurt, so føroyskur fótbóltur kann verða fluttur enn longri fram á leið, sigur Róin Schrøter, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, og formaður í arbeiðsbólkinum, ið viðgerð, um kappingarleisturin skal broyast.
Seinastu 16 árini eru millum lítlar og ongar broytingar framdar í kappingarleistinum í fremstu deildini hjá monnum. Og áðrenn tað var heldur ikki nógv, ið broyttist, annað enn, at færri lið luttóku, ið samstundis hevði við sær at færri dystir blivu spældir, og at liðini fingu 2 stig fyri vunnan dyst, í mun til 3 stig, sum ein sigur gevur í dag.
Men er tíðin nú búgvin til at gera størri broytingar í kappingarleistinum, galdandi fyri allar deildir hjá monnum?
Við ársbyrjan í fjør setti FSF ein arbeiðsbólk á stovn, ið skuldu viðgera møguligar broytingar. Flestu feløgini vóru á einum máli um, at okkurt skuldi gerast, men akkurát hvørjar broytingar skuldu fremjast, var ilt at fáa eyga á.
Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum úr NSÍ, B36, AB, 07 Vestur og FC Suðuroy, umframt Róin Schrøter og Fríðini Ziskason, og Sunnivá Kollslíð og Virgari Hvidbro, ið umboða ávikavist starvsnevndina og umsitingina hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Fyrstu tíðina darvaði korona arbeiðsgongdini, men tíðliga á sumri í fjør kom gongd á, og síðan juni mánað eru øll fótbóltsfeløgini, landsliðsvenjarin, tekniski stjóri í FSF, Venjarafelagið, Dómarafelagið, nakrir spælarar og spælaraumboðsmaður hoyrd í málinum.
Stutta niðurstøðan er, at stórur meiriluti er fyri at halda fram við 10 liðum í fremstu deildini, men samstundis varð givið til kennar, at tey ynsktu broytingar, uttan tó at vera serliga ítøkilig.
Síðan er eitt møguligt uppskot viðgjørt, og sent øllum feløgunum til hoyringar. Í stuttan snýr tað seg um, at liðini í fremstu deildini, í 1. deild og í 2. deild at byrja við spæla tvær ferðir móti hvør øðrum. Síðan verður kappingin skipað sum eitt endaspæl, har øll liðini verða býtt í tilsamans 5 bólkar, við seks liðum í hvørjum bólki.
– Vit hava sjálvandi viðgjørt fyrimunir og vansar við einum nýggjum kappingarleisti. Men hvør niðurstøðan verður, dugi eg illa at siga beint nú. Tað eru feløgini, sum í síðsta enda avgera, hvussu ein møguligur kappingarleistur skal verða. Í tí sambandi verður fundur við feløgini 22. og 23. januar. Eg haldi tó at hesin kappingarleisturin, ið vit hava viðgjørt, sær spennandi út, sigur Róin Schrøter við heimasíðuna hjá FSF.
Facebook viðmerkingar