Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, saknar kunning frá landsstýrinum um verkætlanina við Suðuroyartunlinum. Tí hevur hann í dag sett Jørgeni Niclasen ein fyrispurning, har hann millum annað spyr, nær partafelagið Suðuroyartunnilin verður stovnað.
Forkanningar til komandi Suðuroyartunnilin vórðu gjørdar í 2020 fyri nærum 5 milliónir krónur. Tær flestu kanningarnar blivu gjørdar á sumri, m.a. seismiskar kanningar, sum Landsverk stóð fyri. Greiningarnar skuldu taka 2-3 mánaðir, men enn er einki úrslit almannakunngjørt. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at løgtingið eigur at fáa meira kunning um gongdina við verkætlanini, og at allir flokkar á tingi eiga at verða kallaðir saman fyri at gera eina felags semju.
– Tað er av alstórum týdningi, at forarbeiðið heldur áfram, soleiðis at klárt er at byrja uppá Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugt boraður. Um vit ætla at varðveita føroysku arbeiðsmegina og tunnilskunnleika teirra, sum er mentur í Føroyum seinastu árini, so skal arbeiðið uppá Suðuroyartunnilin byrja beinanvegin aftaná Sandoyartunnilin.
Á vári 2020 legði Bjarni Hammer uppskot fyri tingið um at seta á stovn partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna eftir sama leisti, sum er brúktur til hinar undirsjóvartunlarnar í Føroyum. Uppskotið bleiv felt av samgonguni, sum metti tað vera einasti rætti framferðarháttur, men sum samstundis metti, at tað ikki hevði skund at seta á stovn partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Ein grundgeving fyri at fella uppskotið var, at allir flokkar skuldu semjast um ein felags framferðarhátt, og í tí sambandi heittu bæði andstøða og samgonga á landsstýrismannin um beinanvegin at kalla umboð fyri allar flokkar saman.
– Tað er skjótt eitt ár síðani fyrsta royndin bleiv gjørd, og tá lá tað í kortinum, at tað ikki skuldi ganga long tíð til partafelagið bleiv stovnað. Men enn hava vit einki hoyrt frá landsstýrismanninum, og nú er tolið um at vera uppi, sigur Bjarni Hammer.
Facebook viðmerkingar