Hvalbiar kommuna gjørdist í november 2020 partur av verkætlanini ”ABC fyri sálarligari heilsu”.
ABC fyri sálarliga heilsu er eitt samstarv, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og onnur í Føroyum
Hvalbiar Kommuna skipar fyri fleiri tiltøkum árliga, sum verða ein liður í ABC verkætlanini. Eitt nú ruddingardagar, felags morgunmatur og ymisk tiltøk fyri fólk í øllum aldri.
Endamálið við verkætlanini er, at borgarar eru virknir og hugbundnir saman, bæði likamliga og sosialt.
Hvalbiar kommuna hevur valt at vera við í ABC verkætlanini, fyri at geva borgarunum betri karmar fyri íblástri og menning og fyri at savna borgarar í allari sóknini til tiltøk, har ein kann hugsavna seg og vera virkin saman.
Boðskapurin hjá ABC verkætlanini er:
A) VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.
B) VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.
C) VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga, sum gevur tær eina kenslu av meining. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.
Les meira um ABC fyri sálarligari heilsu her
Facebook viðmerkingar