Stongja veg í Trongisvági so børn kunnu skreiða

Í morgin, leygardagin 23. januar frá kl. 08:00, verður Smærugøta stongd fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Stongt verður frá byrjanini av brekkuni við Trongisvágsveg og oman til p-økið við Ítróttarhøllina.

Stongt verður, so at børn, og tey, ið annars hava hug, skulu hava møguleikan at sleppa at skreiða í brekkuni. Heitt verður tí á bilførarar um at vísa størsta varsemi tá koyrt verður framvið økinum.

Kelda Tvøroyrar kommunu.

Facebook viðmerkingar