Stýrið fyri Føroya Eftirskúla skipað

Stýrið fyri Føroya Eftirskúla varð endaliga skipað 14. januar, sambært viðtøkum skúlans. Vegna korona hava nógvar seinkingar verið, men loksins er stýrið fullmannað og til reiðar at menna skúlan víðari í tí nýggja árinum.

Foreldraumboð eru Vibeke Michaelsdóttir og Sunrid Magnadóttir

Umboð fyri Áhugafelag Føroya Eftirskúla eru Bjarni Hammer og Jens Arni Leo Hammerfoss

Umboð fyri starvsfólk á Skúlanum er Jimmy Schultz
Og Pól Arni Holm skúlastjórin er skrivari

Umboð fyri næmingar á Føroya Eftirskúla er Martin Vang Vilhelm

Stýrið hevur skipað seg soleiðis.
Bjarni Hammer, formaður
Jimmy Schultz, næstformaður
Jens Arni Leo Hammerfoss, peningaøkil
Vibeke Michaelsdóttir, nevndarlimur
Sunrid Magnadóttir, nevndarlimur
Martin Vang Vilhelm, næmingaumboð.

Facebook viðmerkingar