Fyrilestur í Miðlatún

Sum partur av Virkin Vágur heilsuátakinum kemur Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum at hava fyrilestur í Miðlatúni. Fyrilesturin kemur at snúgva seg um fólkaheilsu og livihátt í Føroyum. Fyrilesturin verður týsdagin 9. februar kl 19.00.

Orsaka av koronastøðuni, so er tilmelding neyðug. Melda til á teldupost info@vagur.fo ella tel nr 239390.

Seinasta freist at melda til er mánadagin 8. februar kl 20.00.

Facebook viðmerkingar