Í desember og januar hava skipini hjá Varðanum roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Svartkjafturin hevur verið góður, og støddin hampiliga stór. Fiskiskapurin hevur ikki verið av tí besta, men væl hevur borðið til. Skipini Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Gøtunes hava hesar báðar mánaðirnar landað tilsamans 17.320 tons av svartkjafti, sum alt er farið til matna. Tað mesta av vøruni er farið til Russlands, og nakað er farið til Hvítarusslands og Ukraina og til fleiri Afrikansk lond, harímillum Nigeria, Liberia og Congo.
Skipini fáa eitt sindur betri prís fyri fiskin á Tvøroyri enn tá hann verður landaður til ídna. Hetta hevur eisini verið gott fyri virkið á Tvøroyri, tí hetta hevur skapt nakað av arbeiði.
Facebook viðmerkingar