Bilvask latið upp í Trongisvági

Í dag lat nýtt bilvask upp í Trongisvági. Miðskeiðis í bygninginum har Rúsdrekkasøla Landsins og Magn halda til, hevur verið dúgliga arbeitt seinastu vikurnar og í dag lat so bilvaskið alment upp.

Tað er MTV Byggivirki, v. Mortan T. Vang, ið kemur at reka bilvaskið. Mortan sigur, at honum kunnugt, so er stórur tørvur á tílíkum í oynni. Tað eru ikki øll, ið tíma at vaska bil, har ímillum eg sjálvur, við hesum slepst so undan, móti ávísari samsýning, sigur Mortan.

Í lítlum høli, inn av bilvaskinum, er uppihaldsrúm, har kortautomatin til gjaldingar er. Prinsippið er tað sama, ið vit kenna frá eitt nú Magn í Tórshavn. Seinni í ár verður so eisini møguleiki at avgreiða gjaldingar við eini app á telefonini. Ætlanin er eisini at seta eina automat upp, har til ber at keypa sær eitt nú kaffi og kakao, meðan bíðað verður eftir vaskingini.

Mortan sigur, at hann vónar at fólk fara at taka undir við bilvaskinum, so tað verður lív lagað. Fyrstu tveir dagarnir er tað ókeypis at royna maskinuna.

Facebook viðmerkingar