Lesiringur á Vágs býarbókasavni byrjar aftur onsdagin 17. feb. kl. 20 í Miðlatúni.
Dámar tær væl at lesa og kundi tú hugsa tær at tosa við onnur um tað, tú lesur?
Vilt tú vera við í einum lesiringi, so er at møta upp til hetta tiltak.
Í fyrstu syftu er ætlanin at fáa hol á og gera eina skrá fyri, hvat okur skulu lesa og nær okur skulu hittast.
Ein drekkamunnur og okkurt gott afturvið verður eisini at fá
Facebook viðmerkingar